skip to Main Content
Call us at + 298 210100

Føroysk hitapumpa

Eg havið ætlanir um at framleiða eina føroyska hitapumpu.

Við CO2, har man fær ein tempratur uppá 70-75 gradir heitt vatn, eg veit ikki heilt hvat kostnaður av pumpuni verður, men ætlanin er at við einum gullpakka er keyparin tryggjaður í 10 ár, ikki sum nú, dømi: ein kundi fer inn til ein veitara, veitarin spyr hvussu nógv viðkomandi brúkar í olju, ella hvussu stór húsini eru.

Veitarin sigur 8kw, 5árs garanti, um kundin tekur árligt efturlit sum ikki tryggjar nakað sum helst, ein eykakostnaður, veitarin sigur at kundin sparir hitapumpuna innaftur uppá 6 ár, summir veitarir geva bara 2 ár, hey eftur 5 ár ríkur kompressarin, ein eykakostnaður uppá 20000 krónur, sparingin er fokin, tað eru so nógv dømir, eg havi servicera fleiri 100 hitapumpur seinastu 10 árini. Føroyar er sølumeinda, ikki servicemeinda, tað dreygar seg um at selja mest møguligt.

Teir sum stýra tosa grønt, veitarin kann selja pumpuna fyri eitt sindur meira, kundin fær jú mvg aftur, men har steðgar tað grøna práti.

Tá pumpan er seld, veitarnir av hitapumpum fylla sær kassarnir, hvat so, hvussu er kundin tryggjaður frameftir, eg havið uppliva nógv keðilig mál við hitapumpum, har kundin er dyggiliga reyvrendir, eingin veitari í Føroyum sum selur hitapumpur er betri enn annar, jú onkur dugir betri at selja sínar hitapumpur. Tí hevði verid áhugavert at vita um áhugi er fyri einari føroyskari hitapumpu, deili endiliga viðari.

Back To Top